Týsdagin í næstu viku skipar Norðurlandaráðið fyri hátíðarhaldi í íslendska mentunarhúsinum Hørpuni, har ráðið fer at handa virðislønir Norðurlandaráðsins 2015.
Fimm virðislønir verða handaðar innan bólkarnir bókmentir, barna- og ungdómsbókmentir, tónleik, film og náttúra og umhvørvi. Umframt virðislønina fær vinnarin eina peningagávu á 350.000 krónur.
Í fýra av bólkunum eru føroyingar tilnevndir.
Í bólkinum barna- og ungdómsbókmentir eru Elin á Rógvi og Marjun Reginsdóttir tilnevnd fyri bókina Og Mamma, ið Bókadeildin gav út í 2014.
Saman við 13 øðrum rithøvundunum úr Norðurlondum eru tey í uppskoti til at vinna virðislønina.
Í bókmentum er føroyska boðið bókin Hinumegin er mars, ið Sólrun Michelsen hevur skrivað, og sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út í 2013.
Eisini Sólrun er í uppskot við 13 øðrum rithøvundum úr Norðurlondum til virðislønina og tær 350.000 krónurnar.
Í tónleikabólkinum er tað tungmálmsbólkurin Hamferð, ið eru tilnevndir úr Føroyum. Tíggju aðrir bólkar og einstaklingar eru tilnevndir til virðislønina.
At enda er tað bólkurin Náttúra og umhvørvi. Hendan virðislønin verður latin tí fyritøku ella persóni, ið hevur gjørt eitt stórt arbeiði í at minka um CO2-útlátið.
Føroyska umboðið í hesum bólkinum er elfelagið SEV. Í grundgevingini fyri tilnevningina av SEV verður staðfest, at 51 prosent av orkuni hjá føroyingar stavar frá grønari orku, og at felagið hevur sum mál, at Føroyar í 2030 einans skal nýta grøna orku.
Tað er einans í filmsbólkinum, at Føroyar einki uppskot hevur.