Politiið er altíð til staðar, tá ið landsdystir eru, og síggja politistarnir bilar standa parkeraðar ólógliga, verður bláa girokortið við kravi um parkeringsgjald lagt undir rútin.
Til landsdystin fríggjakvøldið vórðu 39 gjøld skrivað, og í gjárkvøldið 22 gjøld í Gundadali.
Jan Fossaberg, leiðari fyri ferðslupolitiið heldur ikki, at tað er nógv, tá ið hugsað verður um, hvussu bilar standa parkeraðir til vanligar dystir sunnudag í Gundadali. Men tá er poliitið ikki har og skrivar bøtur.
Hann heldur tað vera vánaligt, at fólk skulu troka seg so nær vøllinum við bilinum. Samanborið við stadion í grannalondunum hevur Tórsvøllur fleiri parkeringspláss innan fyri ein ávísan radius.
Fleiri parkeringspláss eru við Tórsbreyt, og er dysturin um kvøldið, ber til at seta bilin við SMS, tá ið handlarnir hava latið aftur.
- Maskinskúlin er eisini innan fyri hendan radius, sigur Jan Fossaberg.
Hann skilir ikki, at fólk skulu vera so trek at ganga, tí fara tey til dyst, mugu tey kortini vera væl ílatin.
Eisini ber til at fara við Bussleiðini í Gundadal og lata bilin standa heima.
- Fólk eru beindovin. Eg veit um fleiri fólk, sum búgva nærindis Gundadali men kortini taka bilin við.
Jan Fossaberg heldur tað ikki líkjast nøkrum, at fólk parkera á gongubreytum. Gongubreytirnar eru til fólk at ganga á, og standa bilar á gongubreytini, mugu fólkini út á vegin fyri at koma víðari.
Hann nevnir eisini, at onkuntíð hava bilar staðið fyri til atkomu niðan til ovaru høll. Tað er hent, at spælarar hava fingið skaða á ovara vølli, og sjúkrabilur ikki er sloppin til vøllin.
- Slíkt má ikki henda, sigur Jan Fossaberg.










