Løgreglan var í gjár í tveimum umførum úti og gjørdi ferðslukanningar. Vakthavandi hjá løgreglustøðini í Havn sigur, at í fyrsta umfarið vóru tey stødd Yviri við Strond í Havn og har vóru tríggjar sakir skrivaðar upp. Talan var um fólk, sum koyrdu ov skjótt.
Seinni var løgreglan eisini úti og gjørdi ferðslukanningar. Í nátt var tað í Norðskálatunlinum og har vóru fýra mál skrivað upp við fólk, sum koyrdu ov skjótt. Í fleiri førum fingu bilførararnir klipp í koyrikortið.
Annars hevur løgreglan í nátt verið runt í Havnini og klipt nummarplátur hjá fólki, sum eru í eftirstøðu í vegskatti. Tað eru alt eftirstøður frá í 2018.










