Fleiri føroyingar skulu til Ísland

Føroyska flogfelagið Atlantsflog er farið undir eitt átak sum skal fáa íslendingar at ferðast til Føroyar, og ikki minst at fáa føroyingar at ferðast í størri tali til Íslands Í hesum døgum eru umboð fyri Atlantsflog, við stjóranum Magna Arge á odda, í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík. Her fara tey at greiða frá teim møguleikunum sum felagið kann vísa á, og tey mongu ferðamálini sum tey vitjandi hava í Føroyum.

Fyri tveimum vikum síðani var ein hópur av íslendskum blaðmonnum í Íslandi, og í hesum døgum eru umboð fyri føroysku tíðindatænastuna í Íslandi í somu ørindum.

Uttan at leggja seg út í fíggjarligu kreppuna í Íslandi, er tað ein sannroynd at íslendska krónan er sera lág í løtuni. Tí kunnu tey, sum velja at flúgva við Atlantsflog til Íslands, gera góð keyp, um tey vitja teir íslendsku handlarnar í hesum døgum.

Um summarið verður flogið tríggjar ferðir um vikuna millum Ísland og Føroyar. Um veturin tvær ferðir ? fríggjadag og mánadag.

ÍslanÍ hesum døgum verður lýst við einum tilboði um júst eitt shopping-vikuskifti í Reykjavík fyri ikki meiri enn 2630 krónur.