Fleiri føroyingar í fátækraváða

Parturin av føoyingum, sum liva í fátækraváða er vaksin síðani 2009.

Tað skrivar Hagstovan í morgun. At liva í fátækraváða er at hava eina inntøku, sum er undir 60 prosent av miðalinntøku fyri allar borgarar í landinum.

Í Føroyum var markið fyri, nær ein persónur var í fátækraváða, í 2011 roknað til 116.404 krónur í tøkari inntøku. Tøk inntøka er inntøka eftir skatt.

4.400 føroyingar hvødu í 2011 eina inntøku, sum var so lág, at tey vóru í fátækraváða. hetta svarar til 9,3 prosent av øllum.

Prosentparturin í Føroyum var í 2010 nógv tann lægsti í Norðurlondum, men í 2011 er Íslandi tað norðurlandið, har fæst liva í fátækraváða.

Sambært Hagstovuni er ójavnin í Føroyum spakuliga vaksandi fram til og við 2011, so útrokningarnar hjá Hagstovuni vísa ikki støðuna, eftir at flatskattaskipanin varð sett í gildi 1. januar í 2012.

Lesið greinina á heimasíðuni hjá Hagstovuni VIÐ AT TRÝSTA HER