Fleiri býir í Ísrael raktir av nýggjum álopum

Fleiri ísraelsfólk eru í dag álvarsliga særd eftir rakettálop ímóti býunum Ashkelon og Ashdod í syðra parti av Ísrael.

 

Tað rýkur eftir ísraelsk álop í Gaza Mynd: Saleh Salem/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað upplýsa ísraelskar bjargingartænastur, skrivar ísraelska blaðið Haaretz.

Samstundis eru boð um fleiri deyð í Gaza av ísraelskum loftálopum í flóttafólkaleguni Jabalya.

Sambært heilsumálaráðnum í Gaza eru tíggjutals fólk deyð í palestinsku leguni.

Fyri álopið á Gaza í dag var fyribils talið av deyðu í palestinska landaøkinum gjørt upp til í minsta lagi 493.

Á ísraelsku síðuni eru skrásett umleið 700 deyð. Millum teirra eru í minsta lagi 73 herfólk.

/ritzau/

 

Tað rýkur eftir ísraelsk álop í Gaza Mynd: Saleh Salem/Reuters/Ritzau Scanpix