Tey flestu mugu hava lagt merki til, at nógvur kavi er komin niður í nátt. Kavin hevur gjørt, at bussl fleiri túrar hjá Bygdaleiðum eru fyribils avlýstir. Hetta veri seg serliga á leiðunum norðan fyri í Føroyum.
Strandferðslan hevur avlýst hesar bussleiðirnar:
Leið 440 - Skálafjarðaleiðin
Leið 500 - Klaksvík - Viðareiði
Leið 504 - Klaksvík - Kunoy
Leið 442 - Glyvrar - Æðuvík - Rituvík
Leið 506 - Trøllanes - Syðradalur
Harumframt hevur leið 410 (Fuglafjørður - Gøtudalur - Klaksvík) havt avlýsingar í morgun, men koyrt verður aftur úr Fuglafirði nú klokkan 8:55. Tó verður ikki steðgað í Kambsdali.
Klaksvíkar kommuna boðar eisini frá, at býarbussarnir í Klaksvík ikki koyra fyribils.