Fleiri bilførarar koyrdu 100

Og tveir bilførarar vórðu tiknir tí teir brúktu fartelefon ímeðan teir koyrdu

Í gjáramorgunin var løgreglan enn einaferð á ferð norðan fyri við lasaranum fyri at kanna, hvussu skjótt bilarnir koyrdu. Fleiri bilar fóru ígjøgnum lasaran, men fýra av teimum koyrdu ov skjótt. Teir verða allir skrásettir fyri at koyra beint undir 100 og tað gevur teimium ein bót upp á 1500 krónur. Men tann eini er skrásettur fyri at koyra beint yvir 101 kilometrar um tíman, so hann fær eisini eitt klipp í koyrikortið.

 

Í sama viðfangi tók løgreglan tveir bilførarar, sum brúktu hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu og tað kostar teimum eisini 1000 krónur í bót.