Aftur í dag hevur løgreglan kannað ferðsluna, og heldur ikki í dag komu tey tey tómhent aftur.
Løgreglan sigur, at onkur bilførari fekk bót fyri at koyra við dekkum, sum vóru ov slitin og tveir bilførarar vórðu skrivaðir í svørtubók fyri at koyra ov skjótt. Ein koyrdi 105 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80, so hann fær eitt klipp í koyrikortið.
Ein annar koyrdi 110 kilometrar um tíman har tað var loyvi at koyra 80, og hann er sostatt á markinum ímillum at sleppa við einum klippi í koyrikortið og at noyðast at taka koyrikortið av nýggjum fyri ikki at missa tað.
Og so vórðu tað aftur í dag fleiri bilførarar, sum vórðu tiknir fyri at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu.
Revsingin fyri tað hevur verið ein bót upp á 500 krónur, men nú er revsingin herd, og sostatt er bótin nú tvífaldað upp í 1000 krónur fyri at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan ein koyrir bil.