Fleiri bilførarar tiknir í gjár

Løgreglan var á vegastrekkjum, har bilførarar hava lyndi til at koyra ov skjótt

Løgreglan var úti um seg við ferðmátaranum í gjár og tað kom illa við hjá fleiri bilførarum.

Løgreglan var á vegastrekkjum, har bilførarar hava lyndi til at koyra ov skjótt. Fyrst vóru tey inni á Firði í Kollafirði, har tað er loyvt at koyra 50 og har fekk ein bilførari klipp bæði bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra næstan 80 kilometrar um tíman.

Hesi bilførarin fekk eina serliga stóra bót, tí hann hevði mist koyrikortið, og hevði fingið tað aftur.

Síðani var løgreglan á Glyvursvegi á Argjum, har tað eisini er loyvt at koyra 50, men hetta er eitt strekki, har nógvir bilførarar koyra ov skjótt. Tað gjørdu teir eisini í gjárkvøldið, tí heili fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman.