Fleiri bilførarar mistu nummarpláturnar í nátt

Og ein bilførari fær klipp og bót tí hann hevði eitt smábarni bilinum, uttan at fylgja forskriftunum

Fleiri bilførarar í Suðurstreymoy fáa sær eitt kjaftfisk, tá ið teir ætla sær í bilin í morgun.

 

Løgreglan hevur nevniliga verið á ferð í nátt og hevur tikið nummarpláturnar av 15 bilum. Her er talan um bilar, sum ikki hava goldið vegskatt, ella onnur gjøld, sum teir eiga at gjalda, og tá ið ein tíð er fráliðin, gevur Akstovan so løgregluni boð um at taka pláturnar. Og tað hevur løgreglan so gjørt í nátt, tá ið tolulig vissa er fyri, at bilførararnir eru við hús, og bilarnir í túninum.

 

Løgreglan sigur, at onkrir bileigarar hava ringt í morgun at kæra sína neyð, men at tey ikki fáa gjørt annað enn at vísa til Akstovuna.

 

Í gjár tók løgreglan eisini ein bilførara, sum hevði eitt smágarn í bilinum, uttan at tað sat í trygdarbelti, soleiðis sum tað skal eftir forskriftunum. Tað kostar bilføraranum eitt klipp í koyrikortið umframt at hann fær 1500 krónur í bót.