Fleiri bankar fáa trupulleikar

Fleiri danskir bankar koma í trupulleikar í ár orsakað av fíggjarkreppuni, og tað kann enda við, at nakrir teirra fara í søguna Altjóða fíggjarkreppan hevur ikki kravt sítt seinasta bankaoffur í Danmark enn, skrivar Ritzau frá donskum búskaparfrøðingum.

Tvørturímóti rokna teir við, at fleiri bankar afturat verða trýstir niður á knøini og noyðast at leita sær skjól hjá almennu tilbúgvingarskipanini Finansiel Stabiliet.

Jacob Graven, leiðandi búskaparfrøðingur í Sydbank, væntar, at umleið fimm bankar fara at lata aftur í hesum árinum afturat Fionia Bank og Løkken Sparekasse, sum eru farnir undir Finansiel Stabilitet.

Summir búskaparfrøðingar vænta, at níggju danskir bankar noyðast at gevast í ár.