Í fjør fekk Barnahúsið fleiri mál um børn, har illgruni er um at tey hava verið fyri harðskapi ella kynslum ágangi, enn í 2017. Tað vísi ein uppgerð, tey hava gjørt í Barnahúsinum.
Í Barnahúsinum verða mál tikin upp, tá mett verður, at fólk við serkunnleika á ymsum økjum eiga at koma upp í.
Tilsamans fekk Barnahúsið 27 mál í fjør, har illgruni var um, at tey høvdu verið fyri harðskapi ella kynsligum ágangi og tað eru fýra mál fleiri enn í 2016, tá ið málini vóru 23 í tali. Men tey vísa á, at tað kann taka drúgva tíð at fáa slík mál endaliga avgreidd og tískil eru tølini í uppgerðini, talan um mál, har illgruni er um harðskap, ella kynsligan ágang.
Men tað eru eisini 22 mál, sum eru endaliga avgreidd í Barnahúsinum. Kynsbýtið fyri tey mál, sum vórðu endaliga avgreitt í fjør, sá soleiðis út, at fimm mál vóru um dreingir í sambandi við harðskap og fýra mál um gentur. Men hinvegin vóru 11 mál um gentur í smabandi við kynsligan ágang og tvey mál um dreingir í hesum sambandi. Børnini eru í rættiliga ymsum aldri, heilt úr trimum árum upp á 17 ár, men tey flestu eru mitt ímillum
Fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava framt harðskap, ella kynsligan ágang ímóti teimum børnum, sum komu Barnahúsið, eru 10 menn og sjey kvinnur. Tað er sostatt í mesta mun menn, sum eru undir illgruna fyri at gera seg inn á børn og í teimum førum, har kvinnur eru undir illgruna, er talan um harðskapsmál.
Her er vert at leggja til merkis, at helmingurin av teimum, ið eru undir illgruna fyri harðskap ella annan ágang móti børnum, eru í aldrinum 31-50 ár. Eldri fólk kom bert fyri í einum einstøkum føri í 2017. Nøkur eru eisini yngri og í einum føri var talan um børn yngri enn 18 ár
Talan er oftast um fólk, sum ikki eru í familju við barnið, talan kann vera um onnur børn og ung, grannar og onnur, sum kenna familjuna, fremmandafólk, eins og starvsfólk, ið á ymsan hátt hava við børn at gera. Men í sjey førum er tað pápin, sum er undir illgruna og seks førum er tað mamman.
Tá ið talan er um harðskap, er tað næstan altíð talan um lúsingar, brestir ella spark og í sambandi við kynsligan ágang er tað oftast talan um blygdanarskem, men tað vóru eisini mál, har illgruni var um samlegu við børn, annað kynsligt samband enn samlegu, og um ágang á talgildum miðlum.









