Nýggja næmingaheimið hjá Ítróttaháskúlanum í Suðuoy, sum í løtuni verður bygt í Vági, er nú komið væl áleiðis.
Vindeygu eru sett í, og hesa vikuna hava menn arbeitt við at leggja flagtekju á næmingaheimið, og nú fæst ein hóming av, hvussu spennandi bygningurin kemur at taka seg út.
Tað er Bústaðir, sum letur næmingaheimið byggjað, og byggifyritøkan Norcon byggir næmingaheimið.
Spakin varð settur í á hátíðarløtu í apríl í fjør og síðani varð økið planerað og farið varð undir at byggja í august.
Í næmingabústaðinum verður 24 kømur, sum eru ætlað til tveir ella tríggjar næmingar, alt eftir hvør aldursbólkurin er. Harumframt verður eisini stórur matarsalur, arbeiðsrúm til næmingar, uppihaldsrúm, skrivstova, køkur og annað.
(Mynd:D.Olsen)











