Norðurbryggjan
Í dag verður 250 ára gamla og risastóra pakkhúsið, nú kallað ?Norðurbryggjan? - ?Den Nordatlantiske Brygge? í Keypmannahavn tikin alment í nýtslu. Húsið liggur í sjálvum hjartanum av Keypmannahavn og í einum sera søguligum og hugnaligum umhvørvi, í tí stóra pakkhúsøkinum við Christianshavn, betri kent sum Den Grønlandske Handelsplads. Tað var í hesum økinum, at vørur hjá Kongaliga Einahandlinum vórðu goymdar og avskipaðar.
Nú verður so søgan endurnýggjað við innrættingini av einum av teimum risastóru pakkhúsunum. Húsini verða karmur um tey trý londini í Norðuratlantshavi, Føroyar, Ísland og Grønland. Her skal møguleiki vera hjá dønum og øðrum útlendingum at uppliva og fáa innlit í útnorðurmentanina og samfeløgini í Norðuratlantshavi.
Hóast endamálið við húsinum í stóran mun er at skapa áhuga fyri oyggjasamfeløgunum í Norðuratltantshavi millum danir, norðurlendingar og annars teir mongu útlendingar, sum vitja danska høvuðsstaðin, so verður húsið sjálvandi eisini fyri føroyingar, íslendingar og grønlendingar, men tað skal kortini ikki síggjast sum nakar kappingarneyti til eitt nú Føroyahúsið, Íslendingahúsið og Grønlendingahúsið. Martin Fjallstein, leiðari á Føroyahúsinum sær heldur ikki nýggju Norðurbryggjuna, sum nakran kappingarneyta men sær tað heldur sum ein nýggjan møgulekiki fyri føroyingar í Danmark. ?Eg velji heldur at síggja Bryggjuna sum flakkskipið hjá londunum í Útnorði, har eisini onnur fólk kunnu fáa innlit í, hvat hetta eru fyri samfelag sigur Martin Fjallastein.
Ein annar føroyingur, sum er spentur at síggja, hvussu hetta fer at eydnast, er føroyski presturin í Keypmannhavn, Bergur Jacobsen. Hann heldur húsini kunnu vera við til styrkja samanhaldið millum føroyingar. -Tá eg fór niður í 64 sigldi Tjaldið 14. hvønn dag. Tá var samanhald millum føroyingar. Nú er flutningur aftur og fram hvønn dag. Tey flestu hava ráð til at hava samband um telefonina, og tey ungu hava internetið og kunnu fáa tíðindi og bløðini á netinum hvønn dag. So alt tað arbeiði, sum var millum føroyingar tá í Keypmannahavn skal kanska strukturerast umaftur. Og tað kann eisini hava nakað við framtíðina hjá føroysku kirkjuni og Føroyahúsinum at gera. Við hesum brillum heldur Bergur Jacobsen eisini, at tað er týdningarmikið, at føroyingar við hesum húsunum kunnu fáa eitt gott andlit úteftir. Hann er nú sera spentur at síggja, hvussu nýggja húsið fer at taka seg út.
Vígdis gjørdi ætlan livandi
Í dag verður tað so m.a. Vígdis Finnbogadóttir, formaður fyri grunnin, sum umsitur húsini, sum fer at ódeyðiliggera hesi fleiri hundrað ára gomlu húsini. Men hvat heldur hon um tiltakið og hesa spennandi verkætlan, sum hon sjálv hevur lagt lív og sál í. Tað fingu vit innlit í, tá hon á eini samkomu fyri innbodnum, gav sítt boð uppá verkætlanina ?Norðurbryggjan?.
Hon vísti á, at tað vóru tveir persónar, sum í 1997 fingu hugskotið til ein Norðuratlantiskan Mentanarmiðdepil í Keypmannahavn. Teir vóru Kaj Elkrog, fyrrv. stjóri í Told og Skat og Morten Melgaard, táverandi stjóri í Dansk Polarsenter. Hesir báðir hava gjørt eitt framúr gott arbeiði fyri at fáa sett húsini í stand aftur, og tað skylda vit teimum eina stóra tøkk fyri. Vígdis Finnbogadóttir endurgav í hesum sambandi eitt franskt orðatak, sum sigur, at ?bert tey, sum fáa eyguni upp fyri tí ósjónliga, eru før fyri at gera tað ómøguliga?. -Takka verið stuðuli frá nógvum síðum mótvegis londunum í Útnorði, kunnu vit nú síggja fram til, at ein dreymur gerst veruleiki. Myndugleikarnir í Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi hava tikið fult undir við verkætlanini. Eisini hava ábygdarfólkini víst stóran áhuga og forstáilsi.Tøkk til øll.
Takkaði Danmark
Hon takkaði serliga Danmark fyri at hava latið tað so søguliga og stásiliga pakkhúsið á Grønlendska Handilsplássinum til endamálið at stovna Bryggjuna, sum ein norðuratlantiskur miðdepul fyri mentan, gransking og vinnulív og mangt annað aftrat. Eisini takkaði hon Mærsk McKinney Møller fyri at hava víst verkætlanini so stóran áhuga og stuðul. Uttan hansara stuðul hevði ikki borið til at fara undir hetta stóra projekt. Við hesum stuðlinum sum grundarlag bar til at fara til myndugleikarnar í luttakaralondunum.
-Hetta húsið er livandi søga, og tað hava øll, sum hava við hesa verkætlan at gera, sannað. Og ikki minst teir donsku myndugleikarnir. Vit mugu ongantíð gloyma, at søgan er farin tíð. Vit kunnu ikki broyta søguna. Men vit kunnu hyggja frameftir. Vit mugu tí fyrst og fremst minnast tað góða, og tað er fyrst og fremst tað vit skulu byggja alt virksemið á Bryggjuni á. Eg havi t.d. hugsað um, at vit ein dag á Bryggjuni kundu havt eitt tema sum ?Hvat hevur Kjøpinhavn gjørt fyri mentanina í Útnorði?.
Vígdis Finnbogadóttir legði stóran dent á, at hóast tað skulu vera framsýningar í húsunum, so má tað fyrst og fremst verða eitt livandi hús við tónleiki, sjónleiki og øðrum livandi, ja livandi við menniskjum, tonkum og kreativiteti. Hon legði stóra áherðslu á, at talan verður um eitt ?firkløver?.
?Nordatlanten et firkløver?
?Nordatlanten er et firkløver, fordi Danmark er den fjerde del i kløveret, og jeg ser fremtiden som et stålende samarbejde omkring kultur, kunst, ordet, børn, unge. Jeg vil helst have, at man skal danse hele tiden og have harmonika. Vi i Nordatlanten kommer fra den del af kloden, hvor havet endnu er hvidt og fugleflokkene skygger for solen, hvor jord brændes og jøklerne kælver. Den utæmmede natur er vores dåbsgave. Horisontens uendelighed, vor ungdoms drømmerum og havets brusende frihed var selve rammen om vores identitet. Har været det og er det. Det vil vi gerne åbne Danmarks øjne for, fordi vi synes, at Danmark skal se det smukkeste vi ejer.
Vi vil gerne have, at Danmark forstår, at vi ikke blot kommer til hovedstaden, fordi vi udgør en del af det gamle riges historie. Vi kommer tværtimod for stolt at vise, at der er så meget mere end netop det. At vi har egne rødder, at vi er en del af Arktis, af Norden, at Vesten og af det globale samfund. Vit vil gerne vise Danmark og alle de gæster, der besøger Danmark, at også vi er selvstændige deltagere i verdens mangfoldighed. Vi kommer faktisk for at synge om fremtiden. Vi vil her på den Nordatlantiske Brygge vise den Nordatlantiske kreativitet. -Vi er folkene i Nordhavet, hvor sammenholdet er lige så nødvendigt som respekten for det kreative individ. Hvor evnen til at dele er betingelsen for at overleve. Hvor skønheden er uendelig.
Elska Kjøpinhavn
Vígdis Finnbogadóttur kom síðani inn á týdningin Kjøpinhavn hevur havt fyri mong í Útnorði. -Lad mig også bare tilstå ligeud, at vi allesammen elsker København. Denne by, som rækker så langt ud over tidens afgrænsede Danmarksbillede og så dybt ind i metropolens grænseløse verden. Denne by, som på godt og ondt har været med til at forme så mange en nordatlantisk ung sjæl. Vi har glædet os til den dag at kunne komme tilbage til København og kunne bidrage med vores egen energi, kunst og kunnen, med vores egen musik og dans, men vores egen kulturs skønhed i en stor nordatlantisk bølge.
Nu lykkes det endelig, og vi håber, at vores ungdommelige forelskelse i København vil blive gengældt af byens voksende betagelse af vores livsformer. For første gang forenes vi folkene i Vestnorden på Den Nordatlantiske Brygge. Fremtiderne forandres, verden bevæger sig i endeløs hast med oplysninger og sammensmeltninger, der kan gøre det svært at begribe sin egen tid og sin egen identitet. Vi har alle brug for at orientere os i den morgentåge, der har lagt sig over et nyt århundredes begyndelse. Vi ser så gerne verden søge tættere sammen. Men samtidig har vi mere end nogen sinde brug for at sikre landene omkring vores egen identitet. For uden de lande kan de mange forskellige kreative kræfter, der sikrer jordens vidunderlige forskellighed, ikke blomstre. Så derfor er vi så glade for den Nordatlantiske Brygge. Her skal vi blomstre, og derfor ser vi frem til den fremtid vi har her foran os segði Vigdis Finnbogadóttir, tá samkoma var í Norðurbryggjuni fyri hálvum árum síðani. Hesi orðini eru eins aktuell í dag.
Fakta
"Norðurbryggjan" er eitt samstarv millum Danmark, Ísland, Føroyar
og Grønland. Ein grunnur vi? umbo?um úr øllum londunum umsitur húsini.
Fyrrverandi íslendski forsetin, Vígdis Finnbogadóttir er forma?ur.
Karmurin um hesa verkætlan er Pakkhús C á grønlendska handilsplássinum mitt
í Keypmannahavn. Her verður ein mi?stø? fyri mentan, gransking og vinnulív úr
londunum í Útnor?i. Nettupp hesin bygningurin fer at skapa eitt sera spennandi
og livandi umhvørvi. Á hesum søguliga handilsplássinum er ætlanin at skapa ein
dynamiskan og livandi pall, har umheimurin møtir londunum í Útnor?i.
Pakkhúsi?, sum hevur eitt vir?i uppá 45 mill. kr. er ein gáva frá donsku stjórnini.
Umbyggingin er mett at kosta 80 mill. kr. Harav eru tær 60 mill. kr. fíggja?ar av
Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Tær seinastu 20 mill. kr. eru stuðul frá "A.P
Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal".
Arbeiðið byrja?i 1. august 2002, eftir sjey ára fyrireikingar. Flutt verður inn í
bygningin 1. November. Almenna upplatingin er 27. november. Samla?a gólv-øki?
er uppá 6733 fermetrar.
Húsið er í fimm hæddum. Ni?asta hæddin skal h?sa móttøku, restauratión, kan-tinu
og veitsluhøli. Føroyar, Ísland og Grønland fáa so hvør sína hædd at h?sa
sendistovu og umbo?sskrivstovum. Ovasta hæddin er m.a. ætla? til mentanarlig
tiltøk.
Økið, har Nor?uratlantiska Bryggjan heldur til, osar av søgu. Í meira enn 200 ár
var sera stórt virksemi á "Det Grønlandske Handels Plads" . Her fór samhandilin
vi? Føroyar, Finnmarkina, Ísland og Grønland fram. Her var turrur fiskur, saltað
sild, l?si og skinn goymt, á?renn ta? fór ví?ari til evropeiska markna?in. Og
ha?ani vóru alskyns vørur lasta?ar til londini í Útnor?i. Her løgdu eisini
fer?afólkaskipini at. Sta?i? osar av livandi søgu.
Í nevndini fyri grunnin "Den Nordatlantiske Brygge" eru umframt Vígdis
Finnbogadóttir, Marjun Hanusardóttir, hon er næstforma?ur, harnæst
Gudmundur Árnason, Niels Bernstein, Kaj Elkrog, Søren Haslund-Christensen
og Kaj Kleist. Stjóri er Morten Meldgaard.
Fakta