Sunnudagin 7. apríl fyllir Flóvin Tyril í Norðragøtu 70 ár. Flóvin er sonur Jákup og Annilenu Zachariassen í Mortanstovu.
Hann er giftur við Sunnevu (f. Joensen úr Vági) og eiga tey 5 børn: Birnu, Búa, Marna, Jón og Maluna. Tisamans eiga tey 12 barnabørn. Seinni í hesum árinum hava Sunneva og Flóvin verið gift í 50 ár.
Flóvin er útbúgvin rørsmiður. Hann lærdi hjá pápa sínum, og arbeiddi hann eina tíð á Skála Skipasmiðju, síðani sjálvstøðugur, og er hann kendur sum ein framúr góður handverkari. Eisini hevur hann handilsútbúgving og arbeiddi í fleiri ár sum heilsølumaður.
Men við sínum framúr góðu málsligu evnum, kom lívsleið hansara at liggja innan tað bókmentaliga. Hann vann sæt útbúgving í føroyskum á fróðskaparsetrinum og hevur týtt fleiri bøkur til føroyskt. Flóvin hevur eisini góðar skaldagávur og hevur yrkt og týtt nógvar sálmar og sangir. Nógvir teirra eru sannar perlur á høgum málsligum stigi. Musikalskur sum hann er, hevur hann eisini sett lag til onkran kendan og nógv sungnan sang.
Flóvin er teldusnillingur við lít og hevur skannað og gjørt bæði bíbliutýðingina hjá Victor Danielsen og “Songbók Guds Fólks” teldutøkar. Saman við Arvid Hansen hevur hann gjørt forritið “Skriftin” við fleiri bíbliutýðingum og øðrum bókmentum, umframt at hava savnað væl yvir 2000 sálmar og sangir við tilhoyrandi nótum til hvønn einstakan sang. Hetta avrik hevur nærsagt verið lívsverk hansara.
Eisini hevur Flóvin verið við í tilevningini av nýggju útgávuni av “Songbók Guds Fólks”, sum vónandi skjótt kemur út.
Eitt tað størsta avrikið hjá Flóvin er útgávan av tíðarritinum “Leirkerinum” og teimum hundraðtals bókum, bløðum og bóklingum, sum hann, saman við bróður sínum, Zachariasi, hevur givið út seinastu 30 árini.
Tey eru mong, sum nú, Flóvin fyllir sjeyti, fagna honum og takka honum fyri eyðmjúku og lítillætnu framferð hansara. Hann ger ikki nógvan háva burtur úr sær sjálvum.
Hjartaliga tillukku og Harrin signi teg og øll tíni.
-----
Skyldmaður