Fløvandi løta í Christianskirkjuni í morgun

Tað var ein sera vøkur Matiné í Christianskirkjuni í morgun, har Suð sang, og Klaksvíkar Hornorkestri spældi. Við urguna sat Petur Martin Johannesen Hóast kavin bargdi á vindeyguni í Christianskirkjuni, so fjálgaði vakra urguspælið hjá Petur Martin Johannesen,

kensluligi sangurin hjá SUÐ og ikki minst fløvandi hornorkesturspælið hjá Klaksvíkar Hornorkestri, sum nýtti Reyðu Bók at spæla úr.

- Ein fløvandi løta í Christianskirkjuni henda Torraleygarmorgunin, sum vísti eitt spennandi kavaveður, ið samstundis gjørdi løtuna í kirkjuni sala við so góðum tónleiki, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar Kommunu.