Flóttafólk víst úr Føroyum

Hvítusunnuaftan vórðu fýra fremmandafólk send av landinum til Danmarkar, har tey skulu bíða eftir svari upp á umsókn um politiskt friðskjól

Ein ung familja av blandaðum átrúnað við tveimum smábørnum varð send av landinum við flogfari leygarmorgunin. Tey hava fjalt seg ymsastaðni í Europa í fimm mánar, og vóru nú endað á vallaraheiminum á Giljanesi.
Eftir at hava biðið um poltiiskt friðskjól her, vórðu tey send við flogfari til Danmarkar.
Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni í Havn, var sjálvur fjórði løgreglumaður við trimum bilum á vallaraheiminum á Giljanesi og flutti flóttafólkini út á flogvøllin hvítusunnuaftan.
Hann sigur, at fólkini fyrr hava fingið noktað friðskjól í Svøríki, og vísir annars til útlendingalógina, og almenna ákæran í Føroyum. Meira vil hann ikki siga um málið.
Fólkini, sum send á vórðu av landinum vóru eini hjún um tríati ára aldur ella kanska yngri við tveimum børnum, sum metast kundu at vera umleið eitt og fýra ára gomul.
Tey vildu illa tosa við fremmandafólk. Varð kvinnan spurd um eitthvørt, vísti hon til mannin, og hann virkaði beinleiðis ræddur fyri at tosa við fremmandafólk, tá Sosialurin hitti tey á veg umborð á flogfarið.
Um uppruna teirra segði maðurin tó, tá hann varð spurdur, at tey høvdu røtur í Miðeystri. Spurdur um átrúnað segði hann, at tey høvdu blandaðan átrúnað. Kristin og muslimar, segði hann.
Hesi fólkini tóktust bangin, og lítið meira fekst burtur úr teimum, tá tey saman við fýra politistum høvdu skrivað seg inn við diskin hjá Atlantsflogi.
Tey vórðu síðan fylgd til fráfaringarhøllina. Berandi lítla barnið, ein ryggsekk og ein svartan plastiksekk eins og ein urtapott, tey ikki høvdu skrivað inn saman við øðrum smávegis viðføri.
Á vallaraheiminum á Giljanesi, har tey hava verið nakrar dagar, hava tey mestsum fjalt seg, men hava tó havt eitt sindur av sambandi við eitt annað fremmant ferðafólk, sum býr har.
Viðkomandi segði fyri Sosialinum, at tey høvdu greitt frá, at tey høvdu uppruna í Miðeystri, men roknaðu seg sum europear. Tey høvdu ferðast í fimm mánar ymsastaðni gjøgnum Europa, men høvdu eingi skjøl at vísa fram, skiltist.
Tað tóktiskt, sum tey fjaldu seg fyri onkrum, segði hesin útlendingurin, Sosialurin tosaði við.