Heimsins fyrsta flótandi kjarnorkuverk er farið av barkastokki á skipasmiðjuni Baltiisky í Skt. Pætursborg. Akademik Lomonosov, som orkuverkið kallast, skal verða liðugt um eitt ár ella so, og síðani sleipast til Vilyuchinsk, ein fyrrverandi afturlatnan bý á Kamchatka-hálvoynni, har eysturi í Russlandi.
Her skal verkið veita streym og enntá drekkivatn til býin, upplýsir almenna russiska kjarnorkufelagið Rosatom sambært heimasíðuni hjá Ingeniøren.
Akademik Lomonosov er útgjørt við tveimum 35 megaWatt reaktorum, sum eru tillagaðar útgávur av reaktorunum, sum í mong ár eru brúktir umborð á russiskum ísbrótarum. Verkið er 140 metrar langt og 30 metrar breitt. Rakstrartíðarskeiðið er mett til umleið 40 ár.
Samstundis sum orkuverkið verður gjørt liðugt, verður bøtt um undirstøðukervið á hálvoynni, so verkið kann takast í brúk í 2012.
Sergey Kirienko, aðalstjóri í Rosatom, segði undir hátíðarhaldinum í Skt. Pætursborg, at hann roknar við, at smá, flótandi kjarnorkuverk fara at standa fyri í minsta lagi 20 prosentum av marknaðinum fyri nýbygningum í framtíðini.
Millum annað eru ætlanir um í minsta lagi fýra eindir til Gazprom, sum skal brúka orkuverkini til olju- og gassframleiðslu við Kola og Yamal-hálvoyggjarnar.
Orkuverkini hava fingið serliga russiskar og norskar umhvørvisfelagsskapir at finnast harðliga at ætlanunum, tí teir halda, at talan meira er um flótandi trupulleikar enn flótandi orkuverk. Hetta kemst ikki minst av, at fleiri av orkuverkunum skulu brúkast í teimum viðbreknu arktisku umráðunum.
Í orkuspurninginum í Føroyum hevur onkuntíð verið havt á munni, at vit áttu at nýtt kjarnorku til at framleiða streym, so kanska hetta kann verða ein áhugaverd loysn hjá SEV og landsmyndugleikunum at hyggja nærri at.
Kelda: SEV.fo