Flúgving tarnað av veðri

Veður tarnar flogferðsluni í kvøld, og flogfarið úr Keypmannahavn - RC459 - sum skuldi koma í kvøld, er avlýst.

 

Veður tarnar flogferðsluni í kvøld, og flogfarið úr Keypmannahavn - RC459 - sum skuldi koma í kvøld, er avlýst.

 

Tað boðar Atlantsflog frá á sínari heimasíðu.

 

Sambært ætlanini hjá Atlantsflogi í kvøld fer flogfarið úr Keypmannahavn í morgin klokkan 08, danska tíð og lendir ætlandi í Vágum klokkan 9 føroyska tíð.

 

- Ferðafólk verða umbókað til RC1459 í morgin, leygardagin 12. november, sigur flogfelagið í kvøld.