Flúgva aftur í Íslandi

Flogvallirnir í Keflavík og Reykjavík lótu upp aftur í morgun, tí nú er sýnið batnað. Eisini flogvallirnir á Akureyri og á Egilsstøðum eru opnir fyri flogferðslu. Tað merkir, at øll flogferðsla innanlands og millum landa kann takast uppaftur.

Myndugleikarnir siga, at soleiðis sum útlitini eru, verða teir íslendsku flogvallirnir fyribils opnir til klokkan seks í morgináni.