Um vikuskiftið hava myndugleikarnir á Kanarisku Oyggjunum flutt umleið 4.700 fólk undan hóttandi skógareldum á oyggjunum La Gomera og Tenerife.
Tað hevur verið óvanliga heitt á Kanarisku Oyggjunum í summar, og tað er ein samanrenning av nógvum hita, lítlari vætu í luftini og frískum vindi, sum hevur elvt til skógareld nógvastaðni.
Á oynni La Gomera hava tey ikki havt so ringan skógareld tey seinastu tíggju árini, og myndugleikarnir hava flutt umleið 2.500 fólk úr 13 bygdum. Á Tenerife hava 2.200 fólk fingið boð um at fara úr húsunum.
Skógareldar eru eisini á spanska meginlandinum. Í Galicia í útnyrðingspartinum av landinum hava myndugleikarnir flutt fólkið úr tveimum bygdum, tí vandi var fyri, at eldurin skuldi breiða seg til bygdirnar.