Flýggja frá gosfjalli

Fleiri hundrað fólk tóku í gjár til rýmingar burtur frá gosfjallinum Bulusan í Filipsoyggjunum, eftir at fjallið hevði sent stór øskuskýggj langt upp í luftina.

Jarðfrøðingarnir siga, at fleiri sterkar spreingingar hava verið inni í gosfjallinum, sum er har suðuri á oynni Luzon. Í gjár slongdi fjallið tjúkk øskuskýggj einar tveir kilometrar upp í luftina, og alt lendið rundan um fjallið er hvítt av øsku. Jarðfrøðingarnir siga, at enn er ikki talan um eitt veruligt gos. Teir vænta kortini, at fjallið fer at sleingja meiri øsku upp úr sær, men teir duga ikki at siga, um tað fer at enda við einum veruligum gosi.

Myndugleikarnir í Manila hava givið teimum lokalu myndugleikunum boð um at flyta fólkið burtur frá Bulusan. Í gjár vórðu 42 húski flutt haðani, skrivar NTB.