Flóðaldan skapti frið

Flóðaldan annan jóla­dag fekk indo­nes­isku stjórnina og uppreistrarherin í Aceh til samráð­ing­arborðið, og nú er tann seinasti indonesiski hermað­urin farin haðani

Ongastaðni var skaðin av flóð­alduni annan jóladag í fjør so stórur sum í indo­nes­iska landspartinum Aceh. Myndugleikarnir siga, at minst 160.000 fólk doyðu har, men aðrar keldur vilja vera við, at talið var uppaftur størri.
Tann ovurstóra oyði­legg­ingin fekk stjórnarherin og uppreistrarfelagsskapin GAM at semjast um at binda frið, so neyðhjálpin kundi koma vegin fram. Undir sam­ráð­ingunum samdust part­ar­nir eisini um at sleppa nøkrum av sínum krøvum, og so var vegurin ruddaður fyri veruligum samráðingum um varandi frið.
Hesar samráðingar hava gingið nógv betur, at sjálvt tey mest bjartskygdu høvdu væntað, skrivar AP, og í au­gust skrivaðu partarnir und­ir ein friðarsáttmála. Í gjár bleiv so kunngjørt, at nú hevur stjórnarherurin tik­ið allar sínar hermenn úr Aceh. Í hesum sambandi varð skipað fyri einum há­­tíðar­haldi, har millum ann­að leiðarin í GAM, Irwandi Yusuf, var hjá­staddur. Sam­bært semjuni skal eitt altjóða eygleiðaralið hava eftirlit við, at semjan verður hildin, og leiðarin hjá eygleiðarunum, Pieter Feith, var eisini við til hátíðarhaldið í gjár.
Nú teir umleið 24.000 indo­nesisku hermenninir eru farnir úr Aceh, skulu teir lokalu myndugleikarnir manna ein nýggjan her og nýggja løgreglu. Í hesum herinum eru 14.000 mans, og løgreglumenninir verða 9.000 í tali.