Livandi tónleikur, framløgur og kjak eru á skránni á kvøldsetu, sum Amnesty International, Kvinnuhúsið og ”Sig frá” átakið - Almannamálaráðið skipa fyri mánakvøldið 25. november Klokkan 20.
25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Endamálið við degnum er at varpa ljós á, at harðskapur móti kvinnum er ein heimsumfatandi trupulleiki.
Eisini í Føroyum fara vit at varpa ljós á henda trupulleika. Tí eisini í Føroyum eru kvinnur fyri harðskapi.
Á kvøldsetuni fer Lív Næs at syngja og Katrin á Neystabø í Amnesty fer at tosa um, at triðja hvør kvinna í heiminum er fyri harðskapi og at talan tískil er um ein javnstøðutrupulleika!
Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, setir spurningin Hví harðskapur móti kvinnum framvegis er burturtagt og Elin Winther Poulsen, sum samskipar ”Sig Frá” Verkætlanin, ger støðuna upp.
Kvøldsetan er í hølunum hjá Amnesty International í Niels Finsensgøtu 32 og hon er almenn og ókeypis.
- Vit liva í einum heimi, har í minsta lagi triðja hvør kvinna onkuntíð í sínum lívi hevur upplivað at blíva bukað, tvingað til kynsliga samveru ella á annan hátt misnýtt.
- Og í vesturheiminum er talið 23%. Altso ímillum fjórða og fimta hvør kvinna, siga fyrireikararnir
- Evroparáðið hevur staðfest, at harðskapur heima við hús er høvuðsatvoldin til, at kvinnur millum 16 og 44 ár doyggja ella fáa varandi mein.
Fleiri kvinnur doyggja sostatt av harðskapi, enn av krabbameini ella ferðsluvanlukku. Sambært WHO eru næstan 70% av myrdum kvinnum dripnar av sínum sambúgvum.
Hesi hagtøl eru bara toppurin av ísfjallinum, siga fyrireikararnir.