Sendingin "Triði Hálvleikur" byrjar í dag klokkan 16.50 á Rás2.
Tróndur Arge kemur inn úr Runavík við prátum við umboð fyri NSÍ og AB. Rólant Waag Dam kemur inn úr Streymnesi við prátum við umboð fyri EB/Streym og Skála. Teitur Joensen fer at skaffa prát við umboð fyri HB og Kí í Gundadali. Í Rásarúminum taka vit ímóti Knút Olsen (HB fjeppara nummar 1). Og Eyðun Thorgeirsson syrgir fyri, at umboð fyri KÍ eisini vitjað sendingina. Vit ringja til Dánjal Á Lakjuni (ÍF) og Jógvan Martin Olsen (B68).
Vit tosa við landsliðsvenjaran hjá kvinnum, Jón Paula Olsen um komandi uppgávurnar ímóti Bosnia og Norðurírlandi. 1. deildarprátið hesaferð verður við Hegga Samuelsen, venjara hjá 07 Vestur. Vit hoyra eisini tað, sum Sámal Erik Hentze (B36) og Sigfríður S. Clementsen og Súni Olsen (Víkingur) høvdu at siga fríggjakvøldið.
Prátini úr sendingini verða sjálvandi at hoyra á in.fo seinni.
Aftur hesaferð verður besta sms´ið lønt við einum atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Finnland, sunnudagin 7. september.
Sendingin kann hoyrast gjøgnum netið á hesari slóðini: http://www.pressan.fo/index.php?id=101