Fjøltáttað konsert í Tøting í kvøld

Sólarn Solmunde frá tónleikasamtakinum Grót er ikki í iva um, at áhoyrararnir fáa eina fjøltáttaða, tónlistarliga uppliving

Í kvøld klokkan 20.30 verður konsertin "Trý nøvn - tríggjar sjangrur" í Tøting í Syðrugøtu. 

Her fáa fólk høvið at hoyra sera fjølbroyttan tónleik sama kvøld, í sama tiltakið.
Marius Ziska, Elinborg Pálsdóttir og danska jazz-trio'in Seier/Heebøll/Mortensen verða á skránni. 

 


Hálvi føroyingurin Torleik Mortensen, sum hevur búð í Danmark meginpartin av lívi sínum, er nýliga fluttur til Føroya. Hann er lærari á Føroya Muskiskúla, og so spælir hann eisini við Føroya Symfoniorkestri. Í samband við tiltakið "Vetrarjazz", sum fer av bakkastokki komandi viku, hava Torleik og 2 vinir hansara úr DK, mannað eina jazz trio, ið skal taka lut á Vetrarjazzi. Manningin í bólkinum er Martin Seier, klaver - Torleik Mortensen, kontrabass - Bjørn Heebøl, trummur.

 


Ímeðan danska jazz-trioin sjálvandi spæla jazz, spælir Elinborg Pálsdóttir sær kanska við popp-country, hvar Marius Ziska er meira yviri í fólk-rokk, hóast summi minnast hann, sum ein garvaðan rokkara úr Søldarfirði.

 

Undir myndini ber til at hoyra eitt prát við Sólarn Solmunde frá tónleikasamtakinum Grót, sum ikki er í iva um, at áhoyrarnir fáa eina fjøltáttaða, tónlistarliga uppliving.