Ein sjáldsamur handil er farin fram í enskum fótbólti í dag. Talan er um søluna av gamla meistaraliðnum í Onglandi, Leeds United, sum í ávísum tíðarskeiðum í farnu øld varð eitt stórlið í Onglandi.
Núverandi eigarin Massimo Cellino hevur verið sera illa lýddur av fjepparunum hjá Leeds United, og hevur verið úti fyri nógvum illvilja og ágangi. Líkt er til, at hetta hevur gjørt tað møguligt hjá fjepparunum hjá Leeds at keypa meirilutan í felagnum fyri eina upphædd, har Massimo Cellino ongan vinning hevur av søluni.
Fjeppararnir hjá Leeds eiga eitt partafelag, sum nevnir seg Leeds Fans United, og hava túsindtals fólk tekna partapening í partafelagið.
- Eg vil selja Leeds United til fjeppararnar, um teir vilja keypa felagið, og ansa eftir felagnum. Fjeppararnir er tað einasta, sum felagið hevur eftir, sigur Massimo Cellino við bretska kringvarpið, BBC.
Tíðindini um søluna eru sera væl móttikin av teimum mongu vónríku Leeds-fjepparunum, sum vóna, at betri dagar eru fyri framman í felagnum.
Eisini í Føroyum hevur Leeds rættiliga fitt av fjepparum.