Mánamorgunin byrjaði ein heilt nýggj undirvísing á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn. Talan er um skeið í boring. Skeiðið er komið í lag eftir drúgvar fyrireikingar og í samstarvi millum fýra skúlar í Havn og í Klaksvík og Den Maritime Videregående Skole í Stavanger í Noregi. Teir fýra skúlarnir eru Maskinmeistaraskúlin, Tekniski skúli í Havn, Sjómansskúlin og Tekniski skúlin í Klaksvík.
Lærarar frá skúlunum hava verið í Noregi og nomið sær kunnleika til tess at kunna undirvísa næmingum í Føroyum í oljuboring.
Tilsamans 11 mans hava teknað seg til skeiðið, sum endar við próvtøku í desember. Endamálið við skeiðinum er at útbúgva føroyingar til at kunna arbeiða umborð á oljupallum. Boriskeiðið er grundarlagið undir hesum arbeiði.
Umframt vanligu undirvísingina á Skúlaheiminum verður eisini eitt heilt nýtt slag av undirvísing roynd á gomlu telegrafstøðini. Talan er um fjarundirvísing á sjónvarpsskermi úr Noregi. Har sita lærarar og undirvísa føroysku næmingunum.
Eftir tí sum Sosialurin skilur, so er hetta fyrstu ferð, at slík fjarundirvísing verður roynd í Føroyum. Lærararnir, sum undirvísa á boriskeiðinum, eru Páll Joensen frá Maskinmeistaraskúlanum, Jóhan Kallsoy frá Tekniska skúla í Havn, Kristin Rasmussen frá Sjómansskúlanum og Jógvan Linklett og Hans Jacob á Kósini frá Tekniska skúla í Klaksvík.