Fjarlestrardepilin fær hølið á Vágsvegi í Vági

Nú er greitt, at Fjarlestrardepilin kemur at halda til á Vágsvegi 22 í Vági. Tað skrivar heimasíðan hjá Vágs Kommunu.

Á Fjarlestrardeplinum eru góð hølisviðurskifti. Har er eitt stórt undirvísingarhøli og harumframt fleiri smærri bólkarúm, soleiðis at lesandi kunnu sita og arbeiða í bólkum.

Internet og aðrir hentleikar, sum eru neyðugir fyri at fjarlesandi fáa virka sum best í teirra lestrartíð, eru eisini tøkir á staðnum.

Á Fjarlestrardeplinum verða eisini skeið /undirvísingin, sum Fjarlestrardepilin sjálvur bjóðar lesandi. Harumframt verður leiðbeiningin til lesandi eisini í hølunum hjá Fjarlestrardeplinum.

Atgongdin til Fjarlestrardepilin verður skipað soleiðis, at fjarlesandi fáa – um tey hava áhugað í tí – lykil, soleiðis at tey altíð kunnu gera nýtslu av hølunum. Hølini verða opin fyri lesandi frá kl. 8.00 á morgni til kl. 22.00 um kvøldið. Í vikuskiftinum verða hølini stongd.

(Mynd : www.vagur.fo)