Fjarðastevna: Uppboðssøla av teim kendu

Hóast eingin listaframsýning er á skránni, so verður kortini nakað av list í Vestmanna hetta komandi vikuskiftið.

Eftir at steypadysturin millum VÍF og Kyndil er liðugur verður nevniliga hildin ein meksikansk uppboðssøla í miðhøllini í skúlanum.
Tað hevur nevniliga eydnast fyrireikarunum at fáa tey fýra løgtings- og landsstýrisfólkini úr Vestmanna og sjálvan borgarstjóran at mála hvør sína mynd til hetta høvið.
Kl. 21:15 verður so høvið hjá fólki at bjóða upp á myndir eftir Bárður Nielsen, Hans Paula Strøm, Heidi Petersen, Olav Enomoto og Karl Olsen.
Hetta kann uttan iva gerast ein spennandi og fjølment løta. Tað er ikki á hvørjum degi, at høvið er at keypa málningar eftir SO kend listarfólk!