Vestmanna Ítróttarfelag hevur tí skipað soleiðis fyri, at børnini fáa okkurt at fara til. Kl. 19 leygarkvøldið verður nevniliga eitt stórt tiltak við undirhaldi fyri børnunum.
Hetta tiltakið er sett á skránna hetta kvøldið, tá einki annað størri tiltak er.
Her verður gott undirhald við Meylu og Knøtti, eins og høvið verður at fáa andlitini málað. Magni Christiansen fer somuleiðis at syngja nakrar av kendu barnasangunum.
Eitt líknandi tiltak sum hetta var á seinastu stevnuni fyri tveimum árum síðani. Hetta varð sera væl undirtikið, og tí er tað sett aftur á skránna hesaferð.