“Fjallið” í Montevideo er 134 metrar høgt

Á ferð í Uruguay 5. partur

Sum navnið sigur, so er høvuðsstaðurin í Uruguay, Montevideo uppkallaður eftir einum fjalli. “Fjall” er kanska ríkiliga nógv sagt í føroyskum málistokki. Heldur er talan um eitt fjall í donskum málistokki, tí Cerro de Montevideo er bara 134 metrar høgt, og tað er jú nakað lægri, enn tað tiltikna Himmelbjerget í Jútlandi. Men í eygunum hjá hjá montevideo-búgvum er Cerro de Montevideo ein sterk ímynd av býnum. Montevideo hevur, sum býur 290 ár á baki. Býurin varð grundlagdur av tí spanska hermanninum, Bruno Mauricio de Zabala. Navnið á sjálvum fjallinum Montevidi stavar frá 1520, tá sjófararin, Francisco de Albo gav fjallinum navn. Navnið “Montevideo” sigst stava frá, at róp kom í umborð á skipinum hjá de Albo: “Hygg har. Har er eitt fjall!”. Eins og aðrir rættir høvuðsstaðir kring heimin, so hevur Montevideo eisini ein skansa. Skansin, sum verður nevndur “Forteleza del Cerro”, sum liggur á tí 134 metrar fjallinum er eisini kendur sum “Forteleza General Artigas”.
Artigas verður ærdur allastaðni
José Gervasio Artigas Arnal, sum livdi millum 1764 og 1850 er faðirin at uruguayansku tjóðini. Umframt, at hann var oddviti í frælsisstríðnum hjá Uruguay, sum førdi til, at Uruguay gjørdist ein sjálvstøðug tjóð í 1828, so verður Artigas eisini ærdur fyri at stríðast fyri fólkaræðinum. Allastaðni kring Uruguay, sjálvt í teimum minstu býunum er ein standmynd av Artigas. Tað er ikki ein býur í Uruguay við virðing fyri sær sjálvum, sum ikki hevur eina standmynd av Artigas. Á frælsistorginum í Montevideo er eisini ein stór standmynd av Artigas. Á frælsistorginum er eitt mausoleum, har jørðisku leivdirnar av Artigas liggja grivnar. Tað er ikki sami kult-stemingur, sum í Lenin-mausoleuminum í Moskva í Russlandi, men Uruguay-búgvar trína innar í tann serliga skálan við einari serligari tign, fyri at æra tann stóra landsfaðirin. Tað er forkunnugt, og samstundis ókeypis at vitja Artigas mausoleumið, sum varð bygt í 1930-árunum.
Palacio Salvo
Á Frælsistorginum í Montevideo finnur ein eisini vakra bygningin “Palacio Salvo”, sum hevur eitt sera vakurt torn. Palacio Salvo og Artigas-mausoleumið eru í hvør sínum enda av Frælsistorginum. Italski byggifrøðingurin, Mario Palanti, sum búði í argentinska høvuðsstaðnum, Buenos Aires teknaði Palacio Salvo, sum stóð liðugur í 1928 á hundrað ára degnum fyri, at Uruguay vann sær sjálvstýrið í 1828. Bygningurin, sum hevur eina antennu ovast, er 100 metrar høgur. Tá bygningurin stóð liðugur í 1928, var talan um tann hægsta bygningin í øllum Suðuramerika. Upprunaliga skuldi bygningurin ímynda ein vita, sum ein eisini hevði ein varhuga av, tá ein stóð og skoðaði byggiverkið. Antennurnar ovast á bygninginum hava tó broytt hesa ímyndina.
Vakri katedralurin
Í miðbýnum í Montevideo vitjaðu vit eisini stóra, vakra og snotuliga katedralin, sum verður nevndur “Catedral Metropolitana de Montevideo”. Hesin stásiligi bygningurin liggur ein stuttan spákitúr frá Frælsistorginum. Spaniumenn bygdu upprunaligu kirkjuna í 1740, sum var endurbygd seinast í 18. øld. Catedral Metropolitina de Montevideo hevur ein einastandandi góðan akkustikk, og er kirkjan tignarliga skrýdd.
Risastrondin í stórbýnum
Montevideo er ein sannur stórbýur. Fólkatalið er 1.320.000 íbúgvar. Kortini liggur ein hin vakrasta strondin í Uruguay í tí fólkaríka høvuðsstaðnum. “Pocitos” verður hendan strondin nevnd. La Rambla – ella strandarvegurin framvið Pocitos er heili 22 kilometrar til longdar. Hesum eru montevideo-búgvar ógvuliga stoltir av, ti risastóri býurin, Buenos Aires, sum er høvuðsstaðurin í Argentina hevur ongan slíkan strandarveg at breggja sær av. Tað praktiska við Pocitos-strondini er, at hon liggur bert ein 10 minuttirs spákitúr frá miðbýnum í Montevideo. Framvið tí langa strandarvegnum liggja nógvar hugnaligar matstovur, og onnur útistøð. Tað sást í allar mátar, at Pocitos-strondin er eitt hitt, um ikki tað best umtókta staðið í øllum Uruguay, har fólk kunnu taka sær av løttum. Tað er ein sjáldsom kensla at verða í einum miljónbýi, og samstundis verða á strondini. Tað er bert í katalanska høvuðsstaðnum, Barcelona, at eg havi havt eina líknandi uppliving. Haldi ikki – fyri egna rokning – at strendurnar, sum útisetarnir í Keypmannahavn plaga at reypa um, eru kappingarførar í so máta. Vit dvølja aftur við Montevideo í 6. Parti.