Fjallaklintrarar dømdir fyri njósning

Ein dómstólur í Iran hevur dømt tveir amerikanskar fjallaklintrarar átta ára fongsul, tí teir sambært dómstólinum hava njósnast fyri USA.

Teir báðir mennirnir, Shane Bauer og Josh Fattal, vórðu tiknir fyri tveimum árum síðani saman við Sarah Shourd, men hon varð latin leys fyri eina hálva millión dollarar í loysigjaldi. Tey trý vórðu tikin iransku megin markið millum Iran og Irak. Tey greiddu frá, at tey vistu ikki, at tey vóru farin inn um iranska markið, men tað hjálpti ikki, og nú hava Shane Bauer og Josh Fattal fingið átta ára fongsul.

Málið um teir báðar fjallaklintrararnar hevur økt spenningin millum USA og Iran.