Fjaldi sjúku fyri arbeiðsgevaranum

Løgreglan hevur funnið greið tekin um, at flogskiparin sum rendi GermanWings flogfarið í fjallasíðuna, var sjúkur.

 

Løgreglan hevur funnið greið tekin um, at flogskiparin sum rendi GermanWings flogfarið í fjallasíðuna, var sjúkur.

 

Løgreglan í Týsklandi fann onga ábending um, at flogskiparin rendi flogfarið í fjallasíðuna av átrúnaðarligum ella politiskum ávum, tá teir gjørdu húsarannsókn heima hjá manninum. Hinvegin funnu teir fleiri skræddar sjúkraváttanir heima hjá manninum.

 

Nógv bendir á, at maðurin var sjúkur og skuldi verið undir medisinskari hjálp. Líkt er til, at maðurin fjaldi sjúkuna frá arbeiðsgevaranum, sum skræddu sjúkrameldingarnar kunnu benda á.