Løgreglan í Suðurafrika hevur funnið tvær burturfluttar gentur í einari holu. Genturnar eru 14 og fýra ára gamlar, og løgreglan hevur tikið ein 31 áta gamlan mann, sum nú er skuldsettur fyri burturflyting og fyri kynsligan ágang ímóti teirri eldru gentuni.
Blaðið Die Burger skrivar, at maðurin misbrúkti ta 14 ára gomlu gentuna, sum hann burturflutti í desember í 2005, og sambært blaðnum hevur gentan fingið sálarligt mein av áganginum.
Tað er ikki greitt, nær tann fýra ára gamla gentan bleiv burturflutt.