Umfatandi føroysk kanning vísir, at 15 prosent av næmingunum í fólkaskúlanum javnan verða happaðir
Kanningin vísir, at 15 prosent av næmingunum siga seg javnan verða happaðar, meðan 13 prosent siga seg hava happað onnur. Eisini vísir hon, at dreingir verða oftari happaðir enn gentur, umframt at happingartíttleikin sum heild lækkar við aldrinum.
Happingin fer í høvuðsheitum fram í skúlagarðinum í fríkortérinum, í gongini og í flokshølinum meðan undirvísing er, og tá ongin undirvísing er.
Hetta vísir umfatandi kanning um happing í fólkaskúlanum, sum Granskingardepilin fyri Økismenning hevur gjørt fyri Mentamálaráðið.
- Tað er álvarsligt at fáa slíka lýsing av støðuni, og skal hon sjálvandi takast í álvara, segði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sum samstundis ikki kann siga, hvat hann ítøkiliga ætlar at gera við støðuna.
Men ein arbeiðsbólkur í Mentamálaráðnum hevur skrivað eitt upprit, har ymisk tilmæli verða nevnd.
Úrslitið av kanningini minnir nógv um úrslitið, sum hini norðurlondini komu til, áðrenn stig vóru tikin til at basa happingini. Í Svøríki, har forboð er ímóti at happa, og har arbeitt hevur verið miðvíst við at tálma happing í 25 ár, er talið av happaðum komið niður á eini 5 prosent.
Kanningin byggir á 1995 spurnabløð frá næmingum í 5., 7., og 9. flokki, og var svarprosentið 88 prosent.
Kanningin viðger, hvussu umfatandi happing er í føroysku skúlunum, og hvat eyðkennir hana.
Kanningarhátturin, sum nýttur hevur verið, tekur støðið í teoriunum hjá norska serfrøðinginum Dan Olweus, og er altjóða góðkendur kanningarháttur viðvíkjandi happing.