Sirkus ?El Clasico? heldur fram og spælarar og venjarar hava enn eina ferð lagt eftir hvørjum øðrum. Tað var sum at koma svangur til eina stóra og lekkra buffet, tá tað gjørdist greitt, at Barcelona og Real Madrid fýra ferðir upp á bara 18 dagar skuldu undirhalda fótbóltsheimin. Men longu eftir fyrsta tallerkin var greitt, at maturin ikki livdi upp til lýsingina. Annað liðið spældi sum eitt botnlið við upp til níggju verjukendum leikarum, sum høvdu til endamáls at takla og gera fríspørk fyri ein hvønn prís. Hitt liðið umringaði dómaran hvørja ferð hann vendi sær og gramdi seg sum smágentur. Hjá báðum liðum duttu menn sum vóru teir skotnir bara onkur nam við.
Í kvøld er fjórði og seinasti møguleikin at fara og fáa sær upp á tallerkin. Tríggier teir fyrstu hava ikki bjóða upp á góða vøru og fleiri hava longu fingið nokk og rent fingurin í hálsin. Um El Clasico framhaldandi skal verða eitt umboð fyri størstu uppgerðina millum tvey fótbóltsfeløg, so mugu bæði liðini vísa betri atburð og gevast við at tveita seg og grenja um hvørt einasta fríspark.
Dysturin í kvøld er seinna hálvfinalan í Champions League. Fyrri dysturin á Santiago Bernabeu leikvøllinum í Madrid endaði við 2-0 sigri til Barcelona. Tí er heimliðið í kvøld favorittur at koma víðari til finaluna á Wembley.
Undan dystinum hava bæði liðini lagt eftir hvørjum øðrum. Real Madrid venjarin, José Mourinho, vildi ikki tosa við fjølmiðlarnir og sendi í staðin hjálparvenjarin. Hann endurtók ákærurnar móti Sergio Busquets og sjey øðrum leikarum, ið Real Madrid vildi hava UEFA at leikbanna. Karim Benzema kláraði eisini at leggja afturat, at honum dámar betri liðfelagin Ronaldo enn Lionel Messi.
Venjarin hjá Barcelona, Pep Guardiola, segði at hann var troyttur at spæla móti Real Madrid. Um ákærurnar segði hann, at hatta kundi UEFA taka sær av, men at hann metti sínar leikarar verða fyrimyndarligir. Eisini Barcelona miðvallarin, Xavi, vísti aftur ákærunum og helt Real Madrid uppføra seg tápuligt.
Fyri Barcelona kemur tað væl við, at Andres Iniesta er tøkur aftur eftir skaða. Eisini Eric Abidal er í hópinum, eftir at hann hevði fingið staðfest krabbabein í livurini fyri tveimum mánaðum síðani. Gabriel Milito, Adriano og Maxwell eru skaddir. Fyri Real Madrid eru Sergio Ramos og Pepe leikbannaðir.
Dysturin byrjar klokkan 19:45 í kvøld, men ert tú framvegis svong/svangur?