Fjórði hvør koyrdi ov skjótt

Mátingar hjá ferðgáanum við SMS avdúka, at flestu bilførarar veruliga gáa um ferðina.

Í farnu viku var serstøk ferðsluvika hildin í SMS. Tiltakið bar heitið "Hjartarúm", og millum luttakararnar á stevnuni var eisini Landsverk.
Í sambandi við tiltakið hevði Landsverk sett upp ein sonevndan ferðgáa at máta ferðina hjá teimum bilførarum, sum koyrdu eftir R.C. Effersøesgøtu.
Mátingarnar vórðu gjørdar frá mánadegi 28. februar kl. 10 og fram til 3. mars kl. 11. Íalt vórðu 31.162 mátingar gjørdar við ferðgáanum.
Hesar mátingar vístu, at 71 % av bilunum koyrdu undir ella akkurát 50 km. um tíman, meðan 26 % koyrdu millum 50 og 60 km. um tíman.
Hinvegin so vístu mátingarnar, at 3 % av bilunum koyrdu 60 km. um tíman ella enn skjótari.