Endamálið er at savna inn pening til góðgerandi endamál, men eisini at seta fokus á vandan við narkotiskum evnum.
Seinastu árini hevur Lions í Føroyum regluliga skipað fyri skeiðnum Lions Quest, sum serliga er ætlað fólkaskúlalærarum. Endamálið við Lions Quest er at geva børnum og ungum lívsvirði og sjálvsálit, so at teir m.a. betur duga at siga nei til rúsevni.
Næsta Lions Quest skeiðið verður 20. og 21. apríl í ár. Nøkur fá pláss er eftir, um onkur er, sum hevur hug at taka lut. Tulipantiltakið fíggjar m. a. áðurnevnda skeið. Tulipantyssini, sum heitt verður á virki og stovnar at keypa, kosta 250 kr. Ætlanin er so, at tyssið saman við einum skelti við áskriftini Nei til narko skal standa frammi á sjónligum staði í vikuni fyri páskir.
? Hetta er 4. ferð, at vit skipa fyri tiltakinum. Í fjør vórðu seld um 500 tyssi, sigur Niels Nattestad, formaður í LC Tórshavn.