Fjórða kvartfinalan í kvøld

Hinar trýggjar kvartfinalurnar eru longu spældar, og har var tað Everton, ið vann á útivølli móti West Ham í London, og bæði Arsenal og Tottenham megnaðu at vinna - við einum leikara færri - á útivølli móti ávíkavist Blackburn og Manchester City.

 

Sostatt hava trý av fýra liðum funnið vegin fram til lutakastið, um hvør skal møta hvørjum í hálvfinalunum í Carling Cup, og hesi eru Arsenal, Everton og Tottenham. Fjórða verður so antin Chelsea ella Liverpool, og tá tað so er avklárað, verður drigið um hvør skal møta hvørjum.

 

So spennandi verður at fylgja við í kvøld, hvør fer at vinna sær síðsta sætið í hálvfinaluni í Carling Cup