Fjølmiðlatemjarin

Í summum eygum er hann hin versti sjálvur í mannahami. Fyri onnur ein fyrimynd, sum hevur verið brúkt dúgliga seinnu árini. Nýliga fráfarni spinndoktarin hjá Tony Blair, Alastair Campbell, er bæði orsøk til og úrslit av einari gongd í bretskum politikki, sum fá eru glað fyri, men sum í størri og størri mun er at síggja í øðrum europeiskum londum - eisini í Føroyum. Herfyri var "The king og spin", sum hann vanliga verður nevndur, í Danmark, har hann millum annað helt fyrilestur fyri politiskum journalistum, fjølmiðlaráðgevum og embætismonnum í Berlingske blaðhúsinum í Pilestræde.
Sosialurin var millum áhoyrararnar

Rúnar Reistrup
runar@reistrup.com


? Eg vil gjarna nýta høvið at takka fyri innbjóðingina at koma her í dag. Tað var pent gjørt av tykkum, serliga tá man hugsar um, hvat eg nú ætli mær at siga um tykkum, segði fyrrverandi spinndoktarin hjá bretska forsætisráðharranum í skemtingarsamum álvara í tí, hann kom inn í rúmið.
Við at fara inn í fundarsalin hjá Berlingske traðkaði hann inn á fíggindans øki, og tað var tann 46 ára gamli útbúni journalisturin Alastair Campbell helst fullgreiður yvir. Men tað tyktist ikki at nerva hann yvirhøvur. Hansara arbeiði hevur hesi seinastu níggju árini verið at staðið í fremstu røð á hermótinum millum Tony Blair og Labour flokkin øðrumegin og meginpartin av bretsku fjølmiðlunum hinumegin. Eitt arbeiði, sum hann var óvanliga dugnaligur til, men sum eisini gjørdi hann til fremsta fígginda hjá bretsku fjølmiðlunum, og fekk honum kelinavnið "Prince of Darkness" í fjølmiðlaheiminum.
Heilin aftanfyri New Labour
At sambandið millum bretsku stjórnina og bretsku fjølmiðlarnar yvirhøvur skuldi kunna samanberast við eitt hermót var neyvan ætlanin, tá nývaldi formaðurin í Labour flokkinum, Tony Blair, fyri níggju árum síðan fór undir at broyta flokkin til New Labour. Alastair Campbell skuldi sum næsti fjølmiðlaráðgevi floksformansins vera við til at modernisera flokkin og harvið fáa hann aftur til valdið. Ein umráðandi liður í hesum var ein professionalisering av samskiftinum við fjølmiðlarnar. Hesum partinum tók Alastair Campbell sær av. Hann gjørdist tættasti samstarvsfelagi Tony Blairs og fekk so mikið vald í Downingstreet 10, at hann ofta gekk undir heitinum "varaforsætisráðharrin". Campbell verður mettur at vera ein av høvuðsheilunum aftan fyri nútímansgerðina av Labour flokkinum.
Ein partur av stjórnini
Tað er einamest hetta, at ein politiskt settur embætismaður, ið Alastair Campbell gjørdist, tá Labour flutti inn í Downingstreet í 1997, fær so stórt vald at hann í veruleikanum gerst ein týðandi partur av stjórnini, sum í Bretlandi hevur sett stór spurnartekin við, um politikkurin hjá Tony Blair og Labour veruliga er politikkur ella bara ein flagsandi jagstran eftir fólkaviljanum, stýrd av einum fjølmiðlaráðgeva.
Sjálvur sigur Alastair Campbell at hansara arbeiði tey níggju árini í Labour einans var at hjálpa flokkinum at fáa sín boðskap út til fólkið í einum larmandi fjølmiðlaheimi.
Sannleikin liggur onkrastaðni mitt ímillum. At Alastair Campbell bæði var og kendi seg sum ein part av stjórnini var lætt at hoyra á honum á fyrilestrinum í Keypmannahavn. Fleiri ferðir segði hann setningar sum "tá eg var í stjórnini" ella "áðrenn vit komu til valdið" og taldi soleiðis natúrliga seg sjálvan við í leiðslu Bretlands. Hinvegin er tað nokk at undirmeta politisku skipanina at halda, at ein fjølmiðlaráðgevi kann fáa ein fólkavaldan forsætisráðharra og eina heila stjórn at dansa eftir sínari pípu.
Men at Alastair Campbell gjørdi annað og meira enn bara at hjálpa flokkinum at fáa sín boðskap út eru fleiri dømir um. Eitt nú tá blaðið The Observer setti seg í samband við hann fyri at fáa eina viðmerking til at Labour hevði fingið fíggjarligan stuðul frá einum forlagi, ið millum annað útgevur pornografisk bløð. Tá gjørdi Campbell ikki mætari enn at ringja til fleiri onnur bløð og siga teimum søguna, soleiðis at The Observer bleiv snýtt fyri sína solosøgu.
Ein annar spinndoktari hjá Labour, Jo Moore, sum var ráðgevi hjá ferðslumálaráðharranum, kom undir ógvusligar ábreiðslur eftir at tað kom fram, at hon 11. september 2001 beint eftir yvirgangsatsóknirnar, sendi eitt teldubræv út til starvsfólk í ferðslumálaráðnum við boðum um at hetta var ein góður dagur at jarða keðilig tíðindi. Hetta kostaði henni starvið, men ikki fyrr enn tað kom alment fram og trýst varð lagt á Labour flokkin.
Noyddist frá
Alastair Campbell valdi herfyri at fara úr starvi sínum sum fjølmiðlaráðgevi Blairs, tá hann gjørdist mest umtalaði maðurin í Bretlandi í sambandi við sonevnda Kelly málið. Vápnaserfrøðingurin David Kelly tók lívið av sær, eftir at tað kom fram, at hann var keldan til ein BBC sending sum vísti hvussu avgerðin hjá bretsku stjórnini at leypa á Irak var bygd á "pyntaðar" fregnartænastuupplýsingar. (Seinni hevur ein frágreiðing frá Hutton lordi fríkent bretsku stjórnina og Alastair Campbell fyri at hava logið um fregnartænastuupplýsingarnar, ið vóru grundarlagið undir bretsku luttøkuni í Irak-krígnum. blaðm.)
Fjølmiðlaráðgevin sjálvur gjørdist eftirhondini ein góð søga í fjølmiðlunum. Alt sum hann ella bretski forsætisráðharrin søgdu varð beinanvegin uppfatað sum ein roynd at stýra tíðindaflutninginum, og søgurnar í fjølmiðlunum snúðu seg ofta meira um spinnið enn um politikkin. Harvið gjørdist Campbell eitt haft um beinið á sær sjálvum og bretsku stjórnini og hevði ikki annað val enn at taka seg aftur. Hesa støðu tykist hann vera ikki so lítið beiskur um í dag.
? Tá tú situr í andstøðu eru fjølmiðlarnir alt tú hevur. Men gamli Labour flokkurin dugdi als ikki at brúka hendan einasta møguleikan. Tá journalistar ringdu til floksskrivstovuna og bóðu um ein Labour politikara til at viðmerkja eitt mál, kundi tað væl henda, at floksskrivarin spurdi journalistin, politikarin skuldi vera fyri ella ímóti hesum máli, greiddi Campbell frá.
? So tá vit byrjaðu at servera politikk í smáum greiðum bitum, elskaðu fjølmiðlarnir okkum fyri tað. Men tá vit blivu ov góðir til at seta dagsskránna, vendu fjølmiðlarnir seg ímóti okkum og løgdu okkum undir at vilja stýra teimum. Nú eru bretskir fjølmiðlar blivnir so upptiknir av hvussu politikarar, eftir teirra egna tykki, royna at stýra teimum, at alt, sum kemur frá politiskari síðu, verður víst aftur sum spinn.
Føroyar aftanfyri - tíbetur
Politiskt samskifti í Føroyum tykist enn at vera í fyrstu fasuni. Flokkar, sum duga at gera sín boðskap einfaldan og siga hann í leskiligum stuttum bitum, fáa meira pláss í fjølmiðlunum enn flokkar, sum bert tosa politiska málið. Hóast ein og hvørt journalistur veit, at onnur fólk enn bara politikarar hava lyklastøður í fleiri av føroysku flokkunum, eru hesi fólk at kalla ongantíð í ljósmála, og tað skal yvirhøvur nógv til, áðrenn føroyskir fjølmiðlar gera eina søgu burturúr hvussu politiskir flokkar arbeiða við at stýra tíðindaflutninginum. Ein niðurskrivað innanhýsis fjølmiðlastrategi, sum fellur í hendurnar á einum journalisti hevur higartil vera minstakrav fyri, nær fjølmiðlar taka hendan partin av politiska leikpallinum upp til umrøðu.
Men tað er ikki givið at nakað negativt liggur í at vera eftirbátur á hesum øki. Onkuntíð kann tað vera gott ikki at fylgja menningini í londunum kring okkum, og í hesum førinum kann tað eins væl telja sum eitt pluss fyri føroyskar politikarar og fjølmiðlar at teir eru eitt sindur aftanfyri gongdina aðrastaðni.
Tá løgmaður nú boðar frá, at hann ætlar sær at seta fjølmiðlaserfrøðingar í starv í Landsstýrinum, er tað í sær sjálvum ikki nakað vánaligt hugskot. Men løgmaður eigur at vera greiður yvir, at eitt slíkt tiltak eisini kann fáa óætlaðar og óhepnar avleiðingar fyri sambandi millum politikkin og fjølmiðlar.
? Síðan eg fór frá fjølmiðlunum yvir í politikk fyri níggju árum síðan, hava bæði broytt seg. Felags fyri tey er, at virðingin fyri báðum er minkað, í hvussu er í Bretlandi. Mongdin av fjølmiðlum er vaksin ógvusliga og tíðindaflutningurin svevur ongantíð. Hinvegin er mongdin av veruligum tíðindum ikki vaksin. Tað hevur ført til ein heilt øðrvísi journalistikk, har alt verður vundið upp til dagsins sensatión. Í politiska journalistikkinum hevur tað merkt, at politisku ætlanirnar eru farnar í bakgrundina, ímeðan alt annað rundan um politikkin er blivið tað mest umráðandi í fjølmiðlaeygum. Um bretski forsætisráðharrin heldur eina røðu fyri bretska fólkinum, skal hann vera heppin, um ein hálvur minuttur av røðuni verður endurgivin í sjónvarpinum. Men teir næstu fýra minuttirnar situr ein serfrøðingur av onkrum slag og fortelur, hvat hann heldur at forsætisráðharrin í veruleikanum meinti í sínari røðu. Og í skrivaðu fjølmiðlunum hevur tú ikki longur fyri neyðini at leita eftir leiðaranum fyri at lesa meiningina hjá blaðnum. Tíðindi og viðmerkingar flóta eftir hondini so nógv saman í eitt, at tað átti ikki at komi óvart á nakran tá kanning eftir kanning vísir, at tiltrúgvin til allar bretskar fjølmiðlar er støðugt minkandi, segði Alastair Campbell í fyrilestri sínum.
? Fyri mær er eingin ivi um orsøkina til hesa gongd. Fjølmiðlarnir eru sjúkliga upptiknir av sær sjálvum, var niðurstøðan hjá fyrrverandi spinndoktaran-um, sum nú aftur arbeiðir í fjølmiðlaheiminum - sum ítróttarviðmerkjari fyri blaðið The Times.
Sjálvupptiknir føroyskir fjølmiðlar
Eru føroysku fjølmiðlarnir sjúkliga upptiknir av sær sjálvum? Neyvan sjúkliga, men okkurt í farna valstríði kundi bent á at nakrir teirra kanska eru rættiliga sjálvupptiknir. Í báðum teimum føroysku loftmiðlunum var meira at hoyra til journalistarnar enn vanligt og minni at hoyra til politikararnar enn vanligt. Serliga í sendingini "Fokus á valdømini", sum í mannamunni beinanvegin fekk heitini "Fokus á vertin" og "Skjót valevnið" vóru greiðar ábendingar um, at eisini føroysku fjølmiðlarnir hava tað við at yvirmeta og yvirspæla sín egna leiklut. Politikkurin var ikki høvuðsevni í sendingini. Tað var undirhaldandi maktspælið millum vertin og valevnini, har tann fyrri alla tíðina royndi at stýra framløguni hjá tí seinna. Er nakar í iva um hetta í veruleikanum var so, er bara at lesa hvussu verturin sjálvur uppfataði sína støðu í samrøðu við Dimmalætting í januar í ár.
? Av tí, at tað er so lítil munur á boðskapunum hjá teimum ávísu flokkum og valevnunum, havi eg fingið ein størri leiklut, tí eg verið noyddur at royna at skapa tann mun, ið burdi verið á flokkunum. (Uni L. Hansen, "Fjølmiðlafólk eru ikki longdi armurin hjá lýsngarfyritøkunum")
Ikki nakað nýtt
Hugtakið spinn er í sær sjálvum ikki nakað nýtt. Politikarar hava til allar tíðir havt ráðgevarar, og hesir hava sjálvsagt eisini ráðgivið um hvussu man fær sína rødd fram í fjølmiðlunum. Men so hvørt sum fjølmiðlarnir eru broyttir og hava átikið sær ein meira maktfullan leiklut er vinningurin hjá politisku flokkunum við at professionalisera politiska samskiftið vaksin. Í Føroyum er enn stórur munur á, hvussu langt flokkarnir eru komnir við at brúka nútímans hættir til fjølmiðlahandfaring, og aftursvarið hjá fjølmiðlunum til politisku royndirnar at handfara teir meira professionelt er ikki komið enn. Í Bretlandi er gongdin komin so langt at hon hevur bitið seg sjálvan í halan við tí úrsliti, at tiltrúgvin til bæði politikk og fjølmiðlar er minkað til eitt støði, har eingin trýr nøkrum longur.
Í Føroyum vísti ein kanning so nýliga sum í desember í fjør, at tað ikki stóð so væl til við álitinum millum vanliga føroyingin á fjølmiðlarnar, og við tí politiska runukasti sum hevur verið at sæð í fjølmiðlunum seinastu nógvu árini skuldi tað verið løgið um álitið á politikarar er vaksið í hesum tíðarskeiði. Tíðin vil vísa um Føroyar fara sama veg sum Bretland hevur verið á og sum Danmark kvikliga er á veg inn á, ella um neyðugu stigini verða tikin av bæði politikarum og fjølmiðlum til at venda einari gongd, sum í síðsta enda skaðar báðar partar og harvið demokratiið.
??????????????????

Hvat eru spinn og spinndokatarar
Spinn er eitt heiti fyri taktiskum politiskum samskifti, har roynt verður at seta dám á dagskránna í almenna kjakinum.
Spinndoktarar er eitt heiti fyri politiskar fjølmiðlaráðgevar, sum hava ein meira aktivan leiklut enn bert at ráðgeva politikarum. Millum vanliga nýttu hættirnar hjá spinndoktarum eru:

?Uppbýting av journalistum í bólkar av loyalum og ikki loyalum, har teir fyrru fáa positiva serviðgerð og teir seinnu negativa
?Negativar kampanjur og karaktermorð, har roynt verður at undirgrava trúðvirði hjá politiskum mótstøðufólki
?Klagur um arbeiðsháttin hjá fjølmiðlunum í sambandi við kritiskar søgur
?Pseudo-hendingar - hendingar av ymsum slag, sum fyrst og fremst hava til endamáls at fáa positiva umtalu í fjølmiðlunum