Tað eru tær báðar, Tórunn Ellingsgaard og Beinta L. Jacobsen, sum í felag fara at halda fyrilestur um teirra arbeiðsroyndir innan føroyskar og danskar fjølmiðlar, og síðan eina samanbering av føroyska og danska fjølmiðlaheimin, bæði tá tað ræður um arbeiðsumstødur, men eisini góðsku av tí, ið er í fjølmiðlunum.
Tórunn Ellingsgaard hevur m. a. arbeitt í SVF, MTV og seinast á DR. Hon er útbúgvin journalistur og hevur m. a. givið út eina bók um Peter Brixtofte.
Beinta Løwe Jacobsen hevur m. a. arbeitt í ÚF og hevur skrivað fyri føroysku tíðindabløðini. Hon er eisini útbúgvin journalistur og lesur nú stjórnmálafrøði á Árhus Universitet.









