Fjølmiðlamál

Millum ár og dag hoyrir tú fjølmiðlafólk nýta slíkar máliskur, at títt málhjarta grætur um, at hesi fólk, sum skuldu verið fyrimyndir okkara, eru so lítið at sær komin málsliga sæð. Útvarpið tekur t.d. fólk inn av gøtuni, sum ikki hava skil fyri tí grundleggjandi í mállæruni, at gera ítróttasendingar, og tað kann ein almennur stovnur ikki bjóða fólki

Tað er sjálvandi í lagi, at fólk tala sítt bygdarmál í eini útvarpssamrøðu, sjálvt um hetta bygdarmálið hevur málsligar villur, men tað er ikki í lagi, at eitt útvarpsfólk í eini almennari tíðindasending nýtir sítt bygdarmál við málsligum villum. Tað er sjálvandi í lagi at siga (noy) og (nei), tí tað er ongin málsligur feilur, men tíðindaupplesarin eigur at nýta rættar bendingar og endingar. Tað er t.d. burturvið at lesa: Vit fingið!

Vit eita mong frálík frásøgufólk, sum siga frá ítrótti, t.d. Jógvan Arge og Hilmar Jan Hansen, men eg kundi hugsað mær at spurt Hilmar Jan, hvør stólpi er aftari, tí er annar aftari enn hin, so átti hann at verið fluttur! Hví ikki siga, sum hinir frásøgumenninir, handari stólpi og næsti stólpi?