Fjølbroytt sendiharravitjan í Føroyum

Ikki færri enn 76 sendiharrar og makar, umboðandi 42 ymisk lond, eru á vitjan í Føroyum í hesum døgum

Sendiharrarnir, sum eru gestir hjá landsstýrinum, eru úr fjarskotnum londum sum Korea, Mexico, Thailandi, Vietnam, Ghanam Uganda og nógv aðra staðni.

Tey komu til landið fyrrapartin sunnudagin, og fara tey avstað aftur í morgin árini, týsdag. Skráin sum fremmandu gestirnir skulu ígjøgnum hesar dagarnar er bæði spennandi og tøtt.


Í Suðurstreymi

Sunnudagin vóru tey á vitjan í Kirkjubø og síðani til døgurða á Føroya Tele, har Jóannes Eidesgaard, løgmaður, var vertur.

Fyrrapartin mánadagin vitjaði fylgið úti á Tinganesi, í Løgtinginum og hjá Ríkisumboðnum. Síðani verður farið út í Mullers Pakkhús, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, flytur fram røðu. Síðani sleppa sendiharrarnir at spáka sær ein túr í býnum, áðrenn farið verður niðan í Norðurlandahúsið, har Niels Halm, stjóri, bjóðar vælkomin. Har fer Bjarni Olsen, stjóri í Eik, eisini at greiða frá um fíggjarviðurskifti Føroya. Og Bogi Hansen, professari í havumhvørvi, fer at greiða frá um veðurlagsbroytingar og havstreymar. Har fer Elin Heinesen, stjóri í Samvit, at greiða frá um ferðavinnu, fíggjarviðurskifti og mótavinnuna. Til endans fer Jóan Pauli Joensen, rektari á Setrinum, at greiða frá um føroyska søgu og mentan.


Vitja norðanfyri

Týsdagin vitjar ferðalagið í Klaksvík, har Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri tekur ímóti í býráðshúsinum. Vitjað verður í P/F Landingarmiðstøðini, har Kristian Fríðrik Olsen, stjóri, greiðir frá. Síðani verður vitjað í Christianskirkjuni, har Alex Sólstein greiðir frá um kirkjuna, og kórið Suð syngur.

Um middagsleitið verður farið til Runavíkar, har Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóri, tekur ímóti og greiðir frá. Har verður eisini døgurði í býráðshúsinum, og vitjað verður í P/F Bakkafrost, har Regin Jacobsen, stjóri, greiðir frá. Túrurin endar við einari vitjan hjá P/F Töting.


---


Prát við Mr. Dmitriy B. Ryurikov, sendiharri Russlands í Danmark, sum upprunaliga er úr Moskva. Hann heldur vitjanina í Føroyum vera ómetaliga spennandi, og at honum líkar væl frælsishugsjón føroyinga gjøgnum allar tíðir. Hann hevur stóra virðing fyri, at vit hava megnað at skipa okkum við fólkaræði, og at vit, hóast stóru fjarstøðuna við umheimin, eru so modernað og mentað. Hann hevur stóra virðing fyri fosturlandskærleikanum hjá føroyingum, og so líkar honum væl humorin her uppi.

Hann fegnast um, at hava havt høvi til at práta við løgmann, og er hann vissur í, at ferðin í Føroyum, fer at hava við sær tættari og betri samstarv millum londini bæði.

- Vit hava avtalað at gera okkara til at lætta um handilsmøguleikarnar millum londini bæði, sigur hann við Sosialin.

Til endans sigur russiski sendiharrin, at hann hevur stóra virðing fyri fólkinum her, og at hann vónar at nógv fleiri russarar fara at vitja í Føroyum framyvir.