Fjølbroytt jólasøla á Hálsi um vikuskiftið

Árliga jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag er í høllini á Hálsi hetta vikuskiftið. Í dag, sunnudag, verður opið millum kl. 14.00 ? 19.00 Nógv fólk leitar sær niðan á Háls hetta vikuskiftið, har hugnaliga jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag er. Fyrireikararnir siga, at eins og undanfarin ár verður miðað eftir at hava eitt so fjølbroytt úrval av sølubúðum sum gjørligt. Vørurnar eru slíkar, sum heimavirkisfólki kring landi hava framleitt gjøgnum ári. Líka frá siðbundnum lutum, so sum troyggjum, hosum o.ø. til føroyska búnan, til nýmótans klædnapløgg og brúkslutir.

Atgongumerki fyri vaksin kosta 25 kr., og eru tey eisini lutaseðil til 3 gávukort á kr. 500 kr. og 3 á 300 kr. frá handli felagsins Tina-Mik í miðbýnum.

Sí myndafrásøgn her á síðuni.