"Landið handan stjørnurnar" er heitislag, triðja skering og triðja staklagið av fløguni „Handan stjørnurnar“ hjá ELINI BRIMHEIM HEINESEN, sum kom út í summar. Í dag verður lagið lagt út til sølu á iTunes og Spotify.
ELIN BRIMHEIM HEINESEN hevur verið virkin sum songkvinna og sangskrivari á føroyska tónleikapallinum síðani mitt í 70‘unum. Hon er kanska mest kend sum onnur helvtin av NALJA, ið síðst í 80‘unum gav út eitt kassettuband við væl umtóktum løgum sum „Á, tann deiliga Havn“, „Sjeikurin“ og „Eitt dýpi av dýrari tíð“.
Fløgan „Handan stjørnurnar“ er í roynd og veru fyrsta fløgan, hon gevur út sum einstaklingur. Hóast Elin leingi hevur verið virkin sum tónleikari, hevur hon higartil einans tvær útgávur á baki: NALJA saman við Kára Linderoth Jacobsen í 1988, har tey skrivaðu fimm løg hvør, og so útgávuna „Yndisløg – Ein ferð aftur í farnar tíðir“ saman við Ad Libitum, sum kom í 2010 við kendum evergreens.
Á fløguni „Handan stjørnurnar“ eru 12 sangir, sum Elin Brimheim Heinesen hevur skrivað orð og lag til. Fløgan kom á marknaðin leygardagin 7. juli 2018. Tvey stakløg: "Søti mín" og "Tú vart altíð har" eru givin út undan hesum staklagnum "Landið handan stjørnurnar", sum kemur út sunnudagin 9. september.
„Landið handan stjørnurnar“ er eitt friðaligt bossa nova lag, 5 minuttir og 15 sekundir til longdar. Tað, sum kanska serliga eyðkennir lagið, er saxofonspælið hjá danska tónleikaranum Ole Himmelstrup. Ole spælir m.a. í kenda danska big band bólkinum Blast.
Tey hittust fyrstu ferð sum ung síðst í 70'unum, tá hann var á konsertferð í Føroyum saman við danska tónleikabólkinum Aorta. Elin Brimheim Heinesen hitti hann aftur í vár, tá hann spældi konsert á Maggie's saman við Róini Siggertson. Hon spurdi, um hann vildi spæla saxofon á einum lagi á fløgu síni, og tað var hann fúsur til.
Sjálv sigur songkvinnan soleiðis um lagið:
– Fyri nógvum árum síðani fór eg upp á ovasta loft hjá foreldrunum at rudda. Djúpt niðri í eini gamlari pappeskju fann eg ein tekst til eina vøgguvísu, sum eg skrivaði sum bara 12 ára gomul. Tað var bara eitt ørindi, men teksturin legði upp til eina longri søgu, ið snýr seg um eina mammu, ið syngur eina vøgguvísu til barn sítt um eina dreymaferð, barnið fer á saman við Hákunardreinginum, mammu, babba og lítla Snar. Eg helt tekstin verða so fittan, at eg setti meg at skriva søguna lidna við nøkrum ørindum aftrat. Nøkur ár seinni gjørdi eg eitt lag til tekstin í bossa nova rútmu. Mær hevur altíð dámt so væl latin rútmur, líka síðani eg búði í Suðurspania eitt ár sum 10-11 ára gomul.
Elin Brimheim Heinesen hevur sum nevnt sjálv gjørt bæði orð og lag. Finnur Hansen hevur staðið fyri ljóðtøkni og ljóðblandi, meðan tey bæði í felag hava lagt til rættis og framleitt sangin. Finnur Hansen spælir eisini ljómborð og syngur kór í vøgguvísuni. Rógvi á Rógvu spælir slagverk, Arnold Ludvig spælir bass, Rúni Eysturlíð akustiskan guittara og sum nevnt spælir Ole Himmelstrup saxofon.










