Fitness er hennara lív

Tá hon byrjaði, var hon blaðung. Nú er hon 48 og hevur saman við bróðuri sínum gjørt íløgur á 2 miljónir krónur í faroefitness í Djóna í Geilsgøtu í Havn. Jana Ejdesgaard Thomsen hevur brúkt meginpartin av lívi sínum til fitness. Hon fekk áhugan fyri hesum, tá hon blaðung var í skúla í Danmark.

Í dag eru hon og beiggi hennara, Hákun Thomsen, sum er sjómaður, eigarar av nútímans fitness-sentrinum, faroefitness í Djóna í Geilsgøtu í Havn, har tey leiga hølini hjá pápanum, Joen Paula Ejdesgaard.

Í hesum bygningi húsaðist Form & Figur og síðan Fragd & Fimi í nógv ár.

- Nú hava beiggi mín og eg stovnað nýtt partafelag og lótu hølini uppaftur í heyst. Gólv eru skift, og hølini eru málað og sett í stand. Gomlu venjingaramboðini eru seld. Vit hava gjørt íløgur í nýggj amboð og til ístandseting fyri tilsamans tvær miljónir krónur.

Jana sigur, at allar maskinurnar eru italskar og av merkinum, TechnoGym.

- Hetta eru sterk, góð, ljóðleys og sera væl egnaði amboð til allar venjingar.

Hon sigur, at øll, sum hava hug at íðka hjá faroefitness, fáa ein ókeypis royndartíma, og tá fólk síðan byrja at venja, eru feitttest og venjingarskrá við í prísinum fyrstu ferð.

- Øll, sum ikki hava vant hjá okkum áður, skulu hava ein royndartíma, har vit læra fólk at innstilla amboðini rætt, bæði fyri teirra egna besta ? og fyri, at fólk skulu læra at brúka amboðini rætt.

Tá Portalurin vitjaði, vísti Jana Ejdesgaard Thomsen okkum nýggju og lekru venjingaramboðini, har níggju ymiskar súklur, skíðmaskinur, krossarar, stepparar og rennimaskinur hava skíggjar við fleiri sjónvarps-og útvarpsrásum - og skjótt slepst eisini út á netið undir venjing.