Eftir øllum at døma verða seinastu fiskarnir uttan framleiðsludag handlaðir í Vágsbotni beint nú. ? Sjálvandi skal frystur fiskur vera dagfestur, sigur Heðin Mortensen Fiskur verður framvegis seldur í Vágsbotni uttan merking av nær hann er frystur ella veiddur. Hesum vilja Tórshavnar kommuna og Heilsufrøðiliga Starvsstovan steðga, og í dag hava umboð frá starvstovuni verið í Vágsbotni og kannað málið.
Boðini frá kommununi og starvstovuni eru, at verður vøra, ið ikki er fesk handlað, so skal hon koma frá góðkendum virki. Hinvegin kann veiða, ið júst er veidd seljast uttan trupulleikar, so leingi hon er í kassum og ikki fer beint niður á flisarnar.
Joana Slættalíð selur ofta vøru frá Tavuni, og hon undrast, at fólk frá starvsstovuni eru komin oman soleiðis.
- Vit plaga at selja her, og enn hevur ongin klaga, staðfestir hon.
Samstundis greiðir hon frá, at ógvusligari krøvini eru, verri er hugurin at selja.
Men tað er í øllum førum greitt, at kommunan og starvsstovan ikki vilja liva við, at ómerkt vøra verður seld soleiðis.
- Sjálvandi skal frystur fiskur vera dagfestur. Tað mugu vera somu krøv sum í handlinum, so fólk kunnu vera trygg við vørurnar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri










