Tað hava verið nógvir stórir toskar at fingið inni við land í seinastuni. Men fleiri av hesum fiskum hava verið sera rak, tað sum verður kallað slánar, sigur Havstovan.
Havstovan fekk nakrar av hesum slánunum til kanningar. Teir vóru fiskaðir í Vestmannasundi, tætt við Fútaklett.
– Hesir fiskar vóru fullir í lús, tað sum verður kallað seiðalús, sum toskur eisini kann fáa, sigur Havstovan.
Tríggir fiskar vóru kannaðir og teir vóru ávikavist 65, 69 og 82 sentimetrar langir og teir vigaðu úr 1,7 kilo uppí 5,1 kilo.
Havstovan hevur eisini kannað tað, tey nevna konditiónsfaktorin. Tað er lutfallið ímillum longd og vekt, og tað er eitt tal, sum vísir, hvussu rak, ella feitur fiskurin er.
Hetta talið skal helst liggja um eitt, men á teimum trimum fiskunum var tað ávikavist 0,93, 0,66 og 0,63.
– Tann eini fiskurin, sum hevði eitt tal upp á 0,93, má sigast at vera rak men hinir báðir deyðarak.
Kanningarnar vísti eisini, at tveir av toskunum vóru fýra ára gamlir og tann triði var seks ára gamal. Hetta merkir at allir hesir fiskarnir eru kynsbúnir fiskar, sum allarhelst hava gýtt nakrar ferðir.
Magarnir vórðu eisini kannaðir og har var lítið í. Í tí eina maganum var onki í, í einum var ein nebbasild og í tí triðja vóru nakrar slangustjørnur.
– Annars hevur verið sera lítið av nebbasild í toskamagunum sum Havstovan hevur kannað í ár, siga tey.
Livrarnar vóru sera lítlar og tað var nógvur sandmaðkur í teimum.
Havstovan sigur, at hesir toskarnir eru komnir undir land at leita eftir føði, tí at tað er ov lítið av føði longri úti.
– Í vár vístu kanninganar hjá Havstovuni at gróðurin var sera lítil, og tá ið hann so kom, kom hann sera seint.
– Hetta ávirkar alla vistskipanini, soleiðis at tað verður sera lítið av føði til allar aðrar liðir í føðiketuni og tí koma slánarnir nærri landi at leita sær føði.
– Gamalt var, at tá ið tú fekst slíkan fisk inni við land, vóru útlitini ring, men umstøðurnar kunnu tó broytast skjótt. Klára teir seg ígjøgnum veturin, fara teir at koma fyri seg aftur og sostatt kunnu teir vera við í gýtingini aftur næsta ár, sigur Havstovan.